Dagurin eitur Mariumessa

8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum føðingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir dagar um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgannadagur 1. november.

 

Jomfrú Maria sigst hava føðingardag í dag. Katolikkarnir nevna dagin »Vor frue dag« ella »móðurmessa«.

 

8. september er eisini alfabetiseringsdagur ST, altjóða dagur fyri lesi- og skriviførleikar.

 

Hendan dagin í 1664 fáa onglendingar ræðið á hollendsku koloniini, Nieuw Amsterdam í Norðuramerika. Økið broytir í 1669 navn til New York.

 

Og tað var hendan dagin í 1908, at fyrrverandi løgmálaráðharrin, sum eisini var ráðharri fyri Føroyar, P. A. Alberti, meldaði seg sjálvan til løgregluna fyri bedragarí og falsan fyri 15 milliónir krónur – tað svarar til eina slaka milliark krónur í dagsvirði í dag. Hann var farin frá sum ráðharri hálvanannan mánað frammaundan. Svikið varð framt móti hansara egna sparikassa og smørútflutningsfyritøku. Í 1910 var Alberti við ein ríkisdómstól dømdur átta ára fongsul.

 

Av føðingardøgum kunnu nevnast, at hendan dagin í 1783 var N. F. S. Grundtvig føddur. Hann var danskur yrkari, filosofur, politikari, prestur og háskúlamaður. Hann doyði í 1872.

 

Tjekkiska tónaskaldi, Antonin Dvorák varð føddur hendan dagin í 1841. Hann doyði í 1904.

 

Og bretski sjónleikarin, Peter Sellers, varð føddur hendan dagin í 1925. Hann doyði í 1980.