Dagurin eitur Severinus

23. oktober. Severinus, deyður umleið ár 400. Biskupur í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann halga mannin Sørin í Ry í Jútlandi. Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami.

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)