20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias, sum apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá. Navnið er hebráiskt og merkir Guð er góður.
Av hendingum, sum knýta seg at degnum kunnu vit nevna:
1530 – Martin Luther mælir týsku protestantisku fúrstunum til at fyrireika seg til kríggj móti katólsku kirkjuni.
1859 – Zoologisk Have í Keypmannahavn letur upp.
1985 – Ógvusligur jarðskjálvti í Mexico City og minst 5.000 fólk doyggja.
Italska sjónleikarkvinna, Sophia Loren, varð fødd hendan dagin í 1934.
Finska heimsgitna tónaskaldið, Jean Sibelius, doyðin hendan dagin í 1957, og kendi eysturríkski-polsi nazo-jagstrarin, Simon Wiesenthal, doyðin hendan dagin í 2005. Hann varð førddur í 1908.