Sjúrður Poulsen tók læraraprógv í 1960 og byrjaði í '68 á Venjingarskúlanum, tá hesin byrjaði. Samstundis hevði hann smíðtímar fyri rektaran á Læraraskúlanum, Martin Holm. Tá Martin Holm andaðist, fullu allir tímarnir til Sjúrð, sum í 71-72 tók linjuskeið á Danmarks Lærerhøjskole í metalsmíði.
Tað vant uppá seg við handaligu lærugreinunum í skúlunum og tær gjørdust linjufak á Læraraskúlanum, so at enda hevði Sjúrður bert tímar á Læraraskúlanum.
Hann minnist við gleði aftur á mongu árini sum lærari. Í fyrstani var smíð bert fyri dreingir, men Venjingarskúlin var fyrsti skúlin, har gentur eisini sluppu at royna seg. Á Læraraskúlanum hevur Sjúrður havt líka nógv konufólk, sum mannfólk, á smíðlinjuni, og hann fegnast um, at tær hava bæði tímað og klárað seg líka væl, sum teir.
Keðir seg ikki
Sjúrður sigur, at hann als ikki setist hendir í favn, nú hann gevst. Hann hevur urtagarð, hús og bát , umframt seyð at ansa í Skúgvi. Hann fæst eisini við handverk heima.
Sjúrður Poulsen hevur síðstu 18 árini verið formaður í kirkjuráðnum fyri Vesturkirkjuna og tekur hetta eisini nógv av hansara tíð. Sjúrður sigur, at dagurin gongur ongantíð so skjótt, sum nú, so hann keðir seg ikki.