Daihatsu Coure - vælútgjørdur minni bilur

Daihatsu Cuore er ein lítil, økonomiskur og vælútgjørdur bilur við einum 3 syl. 1.0 l motori við 55 hk. Motorurin orkar væl, og virkar ikki overvaður á nakran hátt. Cuore er ein rættur býbilur, lættur at koma runt við og at parkera, har lítið pláss er.

Magnus Gunnarsson



Av trygdarútgerð kann nevnast, at við ein frontalan samanstoyt fer motorurin og gearkassin inn undir dúrkið, uttan at skaða kabinuna. Eisini eru elektroniskir sensorar, sum gera, at hurðarnar læsast upp, og øll blunkljósini og loftljósið innan verður tendrað, tá bilurin fær ein harðan stoyt.

Standardtútgerðin er sera fullfíggjað, har er alt, sum skal vera, so sum servostýring, el-síðuspegl, el-rútar í øllum hurðunum, sentrallás, startsperra, ABS bremsur og dupult airbag.


Daihatsu Cuore

CX 5 hurðar


Motorurin1.0 l3 syl.12V55 HK

0-100 km/t12,8 sek

Bensinnýtsla20,0 km/l

Dekkstødd155/65-13

Stødd og vekt

Longd341,0 cm

Breidd147,5 cm

Hædd142,0 cm

Eginvekt 700 kg

Prísur114.800 kr


SøluumboðD. B. Bilar

Jónas Broncksgøta 15

FO-100 Tórshavn

tlf. 310600