Daimler skal spara

Leiðslan á týsku bilverksmiðjuni Daimler-Chrysler hevur sett sínunm medarbeiðarum á høvuðsdeildini í Stuttgart knívin á barkan. Ganga tey ikki við til at at spara hálva fjórðu milliard krónur, verða 6.000 arbeiðspláss á deildini niðurløgd og flutt aðrastaðni.

Daimler-Chrysler eigur eina verksmiðju í Norðurtýsklandi og eina í Suðurafrika. Tað hevur víst seg, at hesar báðar verksmiðjurnar fáa nógv meiri burturúr enn tann í Stuttgart, og nú krevur leiðslan, at úrtøkan á høvuðsdeildini skal vera líka stór sum á hinum báðum. Sparingarnar, sum leiðslan ætlar at seta í verk, gera millum annað, at starvsfólk missa eyka samsýningina, sum tey fáa fyri at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftinum. Fakfelagið hevur góðtikið at spara umleið hálva aðru milliard krónur, men tað er leiðslan als ikki nøgd við.

Ein onnur týsk stórfyritøka, Siemens, hevur fingið sáttmála við síni starvsfólk um minni løn. Siemens hótti við at flyta arbeiðsplássini til Ungarn, góðtóku starvsfólkini ikki niðurskurðin, skrivar DPA.