Andaligi leiðarin í Tibet, Dalai Lama, finst nú at tibetansku sjálvsbrenningini og sigur, at hesin máti at gerast pínslaváttur ikki ger nakran mun.
Hann minnir á, at aftan fyri sjálvsbrenningarnar finnast álvarsligir trupulleikar, sum Kina eigur at fáa loystar.
Síðani í 2009 hava í minsta lagi 117 tibetanarar sett eld á seg sjálvar fyri at mótmæla kinesiska politikkinum í Tibet.
Í staðin fyri at merkja nakran linna, hevur fólkið í Tibet upplivað, at Kina bara hevur hert leiðsluna av landinum í staðin.