Dalbúð og Kollsker taptu tepurt

Tveir 17 ára gamlir føroyskir fótbóltsspælarar vóru í gjár við í finaluni í donsku skúlakappingini

Tað gekk akkurát ikki hjá Oura fótbóltsskúlanum, sum fyrrapartin í gjár luttók í finaluni í donsku skúlafótbóltskappingini fyri unglingar. Tveir føroyskir spælarar vóru á liðnum hjá Oure, sum spældi finalu móti Copenhagen West, ið er liðið hjá handilsskúlunum í Ishøj og Tåstrup.
Øssur Dalbúð og Torkil Kollsker ganga á Oure fótbóltsskúlanum, sum liggur uttanfyri Svendborg á Suðurfyn. Skúlin luttekur í skúlakappingini og íheyst kvalifiseraðu teir seg á Fyn til víðari luttøku. Ein annar føroyskur fótbóltsunglingur er á Oure. Hann er eisini sera evnaríkur, og hann hevur verið á Oure liðnum. Tíverri var Pætur Jørgensen, sum er lítli beiggi Bjarna Jørgensen, ið er á FORMULA liðnum hjá Skála, skaddur til endaspælið. Pætur, sum er høgri vongverji, hevur vant við OB, har hann hevur spælt á besta unglingaliðnum.
Mánadagin spældi Oure hálvfinalu móti Laursens Realskole. Øssur Dalbúð var í Oure álopinum, og Torkil Kollsker var í miðverjuni. Oure vann 5-2, og Øssur Dalbúð skoraði tvey av málunum.
Í hinari hálvfinaluni vann Copenhagen West, sum er liðið hjá handilsskúlanum í Ishøj Taastrup, 4-2 á Randers Realskole.
Finalan varð spæld fyrrapartin í gjár, og hon varð send beinleiðis á sjónvarpsrásini Viasat Sport 1.
Eftir vanliga leiktíð - 2 x 40 minuttir - var støðan 1-1, eftir at Oure heilt tíðliga hevði lagt seg framum. Torkil Kollsker var í miðverjuni alla tíðina, og Øssur Dalbúð var í álopinum, inntil tað restaði eitt korter.
Eftir vanligu leiktíðina var spælt tvær ferðir fimm minuttir longd leiktíð, men einki mál kom. Í brotssparkskappingini misnýtti Oure tvær ferðir, meðan Copenhagen West misbrúkti eina ferð og tískil vann finaluna á Vejlby Riskov stadion í Århus.