Dalbúð roynir seg í Hvidovre

Øssur Dalbúð hevur síðani januar í ár spælt við danska felagnum Hvidovre, sum liggur aftast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. So seint sum um vikuskiftið var hann partur av hópinum hjá Hvidovre, sum spældi í móti Kolding FC. Fyrrverandi ÍF- og NSÍ-leikarin kom tó ikki á vøllin í dystinum, sum endaði við javnleiki 1-1.

 

Tað hevur eisini verið smátt við spælitíð hjá áleyparanum, sum hevur hevur verið nógv darvaður av skaðum.

- Eg beklaði fótin stutt eftir, at eg var komin til Hvidovre. Síðani havi eg eisini havt ein vøddaskaða og trupulleikar við økslini, greiðir Øssur Dalbúð frá, sum tó hevur spælt tríggjar dystir fyri besta liðið, umframt at hava spælt onkran dyst fyri talentliðið.

Ítróttarliga støðan hjá Hvidovre hevur heldur ikki verið nakar fyrimunur hjá Dalbúð. Við fýra umførum eftir og fimm stig upp til liðið omanfyri niðurflytingarmarkið, sær tað ógvuliga trupult út. Av tí sama hevur venjarin í stóran mun valt at satsa upp á royndar leikarar, sum hann kennir væl, heldur enn at royna nýggjar og ungar mans.

- So tað verður helst smátt við kjansum til mín, áðrenn vit fara í summarfrí. Teir kjansirnar, sum koma, fái eg helst sum innskiftari, vissi tað er, metir Øssur Dalbúð. Sjálvur heldur Øssur, at hann ikki er verri enn hinir í Hvidovre, men mongu skaðarnir og spenta ítróttarliga støðan hava hildið honum uttanfyri.

 

Sáttmálin millum Hvidovre og Øssur Dalbúð gongur fram til summarsteðgin. Hvat hendir aftan á, dugir Øssur ikki at meta um nú.

 

Øssur Dalbúð er 22 ára gamal, og skoraði 13 mál í 29 dystum fyri ÍF í fjør.