Daley Blind fer til Bayern München

Daley Blind gjørdist leysur av sáttmálanum við Ajax áðrenn skiftið til Bayern

32 ára gamli verjukendi leikarin, Daley Blind sum hevur leikt 99 landsdystir fyri Niðurlond hevur skrivað undir sáttmála við týska stórfelagið, Bayern München.

 

Frá 2018 og fram til ársskiftið leikti Blind við Ajax Amsterdam, og áðrenn tað við Manchester United.

 

Fyrr í dag var Blind til læknakanning hjá Bayern, og eftir tað var skiftið til Bayern staðfest.

 

Blind er leysur av øllum bindingum við Ajax, og kann tí frítt gera sáttmála við Bayern.