Dalgaard trýr upp á Gilla

Maðurin sum Gilli Sørensen skal loysa av í AaB, trýr nógv uppá føroyska landsliðsleikaran

 

Útlitini hjá Gilla Sørensen fyri fastari spælitíð í AaB gjørdust í dag munandi størri, enn tey áður hava verið.

 

Henrik Dalgaard, sum seinastu mongu árini hevur spælt á høgra bakki skifti nevniliga til Zulte Waregem í Belgia í dag, og skal ein nýggjur høgri bakkur tí finnast á liðnum hjá AaB.

 

Og sambært Henrik Dalgaard, er eingin ivi um, at avloysarin til høgra bakk plássið longu finst í felagnum.

 

Í samrøðu við heimasíðuna nordjyske.dk sigur Henrik Dalgaard.

 

-       Vit hava tveir fínar avloysarar til høgra bakk í rutineraða Patrick Kristensen og føroyska Gilla Sørensen. Gilli Sørensen manglar kanska eitt sindur við time’ing á bakkplássinum í løtuni, men um hann fær fleiri og fleiri dystir á plássinum, kemur tann time’ingin uttan iva.

 

-       Fær hann time’ingina í sítt spæl, og kann gerast ein eitt sindur harðari leikari sum takklar ígjøgnum, ivist eg onga løtu í, at hann gerast ein stórur profilur í Superliguni.

 

Gilli Sørensen og liðfelagarnir spældu í gjár seinasta dystin hesumegin vetrarsteðgin. Komandi dystur í Superliguni verður ikki spældur fyrrenn fyrst í marts. Í dystinum í gjár, sum Gilli Sørensen spældi 20 minuttir av, vann AaB 2-0 á heimavølli móti Viborg.