Dalglish ruddar út

24-ára gamli Ryan Guno Babel úr Holland er nú Hoffenheim leikari. Ryan Babel er uppvaksin í Ajax og var í 2007 keyptur av Liverpool fyri góðar 100 milliónir krónur. Framherjin slóð ongan til í Liverpool og er nú seldur til Hoffenham fyri áleið 55 milliónir krónur.

 

Ryan Babel er kendur í Liverpool fyri at nýta Twitter nógv. Eftir FA Cup dystin móti Manchester United fyrr í ár gjørdi hann so nógv av, at enska fótbóltssambandi valdi at geva honum eina bót. Millum annað legði hann eina mynd av dómarinum í tí dystinum; Howard Webb, í Manchester United troygju út á Twitter-síðuna hjá sær. Hann er fyrsti fótbóltsspælarin, ið er ákærdur og dømdur av enska fótbóltssambandinum fyri at gera ov nógv av á twitter.

 

Eisini Milan Jovanovic, ið kom til Liverpool í summar er ávegis týskum felagi sambært enskum miðlum. Milan Jovanovic hevur annars fleiri ferðir sagt, at hann ikki ætlar sær úr Liverpool.

 

Hann gjørdist kendur í Føroyum, tá hann á Tórsvølli tók hondina til hjálpar, tá Serbia legði seg á odda í dysti móti føroyska landsliðnum í septembur í fjør.