Fiskivinnukommisserurin hjá ES hevur verið á fundi við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og vitjar nú løgmann.
Skráin hjá Mariu Damanaki er tøtt, nú hon á fyrsta sinni vitjar í Føroyum.
Fiskivinnukommisserurin hjá ES hevur longu havt fund við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Á skránni fyri fundin, sum varð hildin í bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum í Miðvági, er makrel- og sildatrætan millum ES og Føroyar.
Undan toppfundinum vitjaði Maria Damanaki fornminnini í Kálvalíð í Miðvági.
Eftir stutta vitjan í Tinganesi, har løgmaður tók ímóti, gongur leiðin yvir í Steinprent, har fiskivinnukommisserurin fær høvi at síggja føroyska list.
Í kvøld er Jacob Vestergaard vertur fyri einum døgurða fyri Mariu Damanaki í Kirkjubø.
Fyrrapartin í morgin skal fiskivinnukommisserurin hitta Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn hon fer aftur á fiskivinnufund við Jacob Vestergaard.
Klokkan 11 fyrrapartin í morgin er tíðindafundur í Tinganesi, har Maria Damanaki og Jacob Vestergaard bæði eru við.
Fiskivinnukommisserurin skal somuleiðis hitta Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip, áðrenn hon fer av landinum aftur klokkan 14:45 í morgin.