Dan Olsen við nýggjum lagi

Nýggja staklagið kallast "What I Like".

Føroyski sangarin og sangskrivarin Dan Olsen hevur júst givið enn eitt nýtt staklag út. Talan er um lagið 'What I Like'.

 

– Eg havi gjørt lagið saman við danska Ludvig Brygmann (sonur danska sjónleikaran, skemtaran og tónleikaran Martin Brygmann). Grammy-nomineraði sviin Jonas Westling hevur miksað og mastrað her í London, sigur Dánjal Rói Olsen, sum hevur búð í London seinastu árini.

 

– Eitt videolag við teksti er eisini útgivið, sum eg filmaði á eintum túri úr Hvalvík til Saksunar, sigur hann.

 

Til ber at síggja tað videolagið her:

 

##med2##