Dan vann á Juventus

Dan Brimsvík kann erpa sær av, at hann hevur verið við til at vunnið á Juventus

Dan Brimsvík, sum millum annað hevur verið venjari hjá 1. deild hjá B36, megnaði við sínum U14 liði hjá Lyngby at vinna á ongum minni enn Juventus í kapping í Italia, ið eisini taldi stórlið sum AC Milan, Inter Milan, Sampdoria, Napoli og fleiri av hinum stóru felgunum í Italia.

 

Samanlagt bleiv Lyngby nummar fýra, eftir at teir taptu fyri Sampdoria í hálvfinaluni og Torino í bronsudystinum.

 

Dan Brimsvík var í 2013 og 2014 venjari hjá 1. deild hjá B36, men flutti síðani niður at lesa, har hann nú eisini er hjálparvenjari hjá Lyngby U14. Hann er hjálparvenjari og hevur eina ambitión um at kunna liva av at vera venjari í framtíðini.

 

Í farnu viku luttóku teir í Alpignano Cup 2015, sum bleiv spæld í Torino. Her vildi so, at Lyngby kom í bólk við sigursríkasta felagunum í fótbóltssvaka stilvalandinum, Juventus. Hetta skuldi vísa seg at blíva ein sólskinssøga, tí Lyngby vann júst tann dystin 4-0.

 

Hóast tað stóð Juventus á bringuni, so er tað ikki ein staðfesting av kvaliteti í U14 deildini hjá dreingjum.

 

- Eg vil siga, at Juventus vóru ikki nakað ekstremt imponerandi, tó at teir skaptu líka nógvar møguleikar sum vit. Vit hava eisini eitt sterkt lið, men høvdu tó ikki vænta at vit kundu gera tað heilt villa við Juventus, sigur Dan Brimsvík.

 

- Vit satsaðu upp á at møta AC Milan ella Inter Milan, sum var  greitt sterkasta liðið í kappingini. Teir vunnu eisini finaluna á Sampdoria 4-1, sigur Dan Brimsvík.

 

Lyngby U14 verður mett at vera millum fýra tey bestu í Danmark í júst tí árganginum.