VB/Sumba gjørdi seinnapartin tað, sum tað undan hesum umfarinum varð roknað við, at heimaliðið skuldi megna á Vágseiði.
Teir næstbestu hjá B68 vitjaðu, og teir vóru sendir norður um aftur við 4-2 tapi. Støðan í steðginum var 3-0. Øll trý málini vórðu skorað síðsta korterið av 1. hálvleiki. Dan Djurhuus skoraði tvey tey fyrstu, og Pól Thorsteinsson økti til 3-0.
Eftir steðgin royndi B68 at svara aftur, og tað var um reppið, at toftamenn fingu um endan. Súni Fríði Barbá minkaði um munin eftir 65 minuttir, tá ið hann var fyrstur á, eftir at bólturin hevði verið á stólpanum, og unglingaspælarin Remi Langgaard setti spenning í, tá ið løtu seinni eftir aftur og fram minkaði um munin til 3-2.
Men tað var bara spennandi eina lítla løtu. Við sínum triðja máli staðfesti Dan Djurhuus 4-2 heimasigurin, sum ber við sær, at VB/Sumba framvegis er oddalið.