Dan: Vit eru allir uppi at koyra nú (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við ein sera fegnan og rørdan høvuðsvenjara hjá B36

##med2##

 

- Vit eru allir uppi at koyra. Soleiðis sigur ein ovurfegin og rørdur høvuðsvenjari hjá B36 um 0-0 javnleikin og samlaða 1-0 sigurin á Tre Fiori á einum torførum undirlagi í nógvum hita í San Marino.

 

Dan viðgongur, at tað leikliga ikki gekk heilt sum hann hevði vónað, og liðið mátti í arbeiðshandskarnar fyri at knógva javnleikin, og harvið samlaða sigurin heim.

 

Men tá dysturin var bríkslaður av var alt stríðið vert, og Dan og leikarararnir hjá B36 kundu fegnast og syngja saman í ovfarakæti um, at felagið nú hevur vunnið seg víðari í evropeiskari kapping á níggjunda sinni.

 

B36 møtir Viborg FF í triðja undanumfarinum í Europa Conference League, men Dan er ikki komin hartil, at hann hugsar um Viborg nú. Hann hugsar heldur um dystin móti Skála í Gundadali nú sunnudagin.

 

B36-hópurin fer til Firenze nú, og teir flúgva til Keypmannahavnar í nátt, og teir fara at halda eina minniliga ólavsøku heima í Havn í morgin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Dan Brimsvík seta orð á enn eina minniliga løtu í evropeisku søguni hjá B36.

 

Samrøða: Dan Brimsvík um samlaða sigurin á Tre Fiori

Samrøða: Dan Brimsvík um samlaða sigurin á Tre Fiori