Á donsku heimasíðuni - www.fiskeavisen.dk - sæst, at danir í summar hava fingið fleiri rættiliga stórar laksar.
Hin størsti, sum er fingin hesar seinastu dagarnar, og sum verður umrøddur, er laksurin, sum danin, Henrik Kristensen, fekk herfyri.
Tað er Henrik Kristensen, sum er á myndini við laksinum, veiddur í Namsen, Østduun Laksvald. Laksurin vigaði 21,1 kilo.
Ein annar dani, Lars Baarup, fekk eisini ein velduga stóran laks herfyri. Hetta var í Storåen, sum danir rópa hana. Laksurin var 130 sentimetrar langur og varð mettur at viga 20 kilo.
- Eftir seks tímum ristist eg framvegis á hondunum. Ein slíkur laksur er ikki lættur at handfara einsamallur, tí tú fært ikki tvørtur um stertin á honum.
Lars Baarup sigur, at hann var gjøgnum bloyttur í vatni og runu, og spinnarin sat fastur í lærinum á sær, tá hann hevði fingið laksin av húkinum.