NSÍ hevur longt um sáttmálan við danska høgra bakkin, Tobias Wittus Olesen. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í kvøld.
20 ára gamli Tobias kom til Runavíkar úr Silkeborg eftir summarsteðgin í ár. Hann avloysti Jóhan Jacobsen, sum er farin av landinum.
Nýggi sáttmálin ímillum NSÍ og Tobias Wittus Olesen er galdandi fyri komandi kappingarár.