Dani niður til Titanic

Danski ríkmaðurin og ævintýrarin Per Wimmer ætlar sær niður á vrakið av ferðamannaskipinum Titanic, sum sakk fyri 100 árum síðani, og sum liggur á 3.800 metra dýpi í Atlantshavinum.

Per Wimmer sigur við Sjællandske, at hann er við í einum ferðalagi, sum skal niður til Titanic, og eftir ætlanini verður tað í juli. Tey fara niður í serbygdum kavbátum. Hvør bátur tekur trý fólk, og tann danski ævintýrarin hevur tryggjað sær pláss í tí fyrsta bátinum.

Per Wimmer hevur roynt mangt og hvat. Eitt nú var hann tann fyrsti, sum leyp út í fallskíggja yvir Mount Everest, og hansara næsta stóra ætlan er at sleppa eina ferð út í rúmdina í 2013.