info
Ongi úrslit

Daniel Elgarat tveittur úr tinginum í Ísrael

Tað gjørdist rok, tá Daniel Elgarat vitjaði ísraelska tingið Knesset í gjár. Daniel Elgarat bleiv tveittur út eftir at hava keglast við ein tinglim. Daniel Elgarat hevur ikki hoyrt frá beiggja sínum, síðani hann bleiv tikin gísli av Hamas 7. oktober í fjør. Síðani hevur hann barst fyri, at ísraelska stjórnin skal fáa avtalu í lag við Hamas, soleiðis at gíslarnir verða leyslatnir. Í mai vitjaði Daniel Elgarat í Føroyum.

Nanný Toftegaard
9. juli 2024 kl. 15:30

Í gjár var Daniel Elgarat saman við øðrum avvarðandi at gíslum í Gaza møttur til hoyring í stýrisskipanar-og lógarráðnum í ísraelska tinginum, Knesset.

Tað skrivar BT. 

Kjakast bleiv um gíslaavtaluna, sum ísraelska stjórnin og Hamas samráðast um. Síðani beiggi hansara bleiv tikin gísli hevur Daniel Elgarat áhaldandi barst fyri, at ísraelska stjórnin skal fáa avtalu í lag við Hamas, soleiðis at gíslarnir verða leyslatnir.

Daniel Elgarat vísti Simcha Rhotman, sum er formaður í stýrisskipanar- og lógarráðnum, eina mynd av beiggja sínum sum mótmæli.

Ein annar avvarðandi helt hinvegin, at avtalan er skilaleys. Tá helt Daniel Elgarat fyri, at Simcha Rhotman hevði tikið styrk við sær. Hetta segði Daniel Elgarat, tí hann metti, at formaðurin, sum kemur úr tí ultra nationalistiska flokkinum, átrúnaðarlig sionisma, hevði syrgt fyri, at avvarðandi at gíslum, ið hildu tað sama sum flokkurin, vóru hjástødd.

Simcha Rhotman gav tí boð um, at Daniel Elgarat bleiv tveittur úr tinginum. Daniel Elgarat gjørdi mótstøðu, og sjey vaktir tóku hann burtur við makt.

Í samrøðu við Sosialin, tann 10. mai 2024, segði Daniel Elgarat soleiðis:

- Kríggi má enda og avtala koma í lag, soleiðis at gíslarnir verða leyslatnir. Stjórnin lovaði, at Hamas skuldi leggjast í oyði og gíslarnir leyslatnast. Men Hamas er framvegis har, og gíslarnir eru ikki fingnir aftur.  

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

3 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

28 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

58 minuttir síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

1 tími síðan
Tíðindi

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt fiski­skip sigldi spaku­liga við før­oysk­an sjókaðal

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ endaði kappingarárið við sigri á HB á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj gransking: Fiskirættindi kunnu styrkja smáar bygdir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur vanligt samband við Starlink

3 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

3 tímar síðan