Meðan EM í manshondbólti er rokkið í hálvfinalurnar, spæla tjóðir í øðrum heimspørtum eisini avgerandi dystir.
Eitt nú verður spælt um meistaraheitið í Mið- og Suðuramerika. Hendan kappingin avgerð eisini, hvør sleppur við til HM-endaspælið í Egyptalandi um eitt ár.
Í nátt tryggjaði Brasil sær plássið í Egyptalandi, og tað kundi ein gamal kyndilsmaður fegnast um.
Spanski greipuvinnarin hjá Kyndli frá 2017, Daniel Gordo Rios, var fyri stuttum settur sum landsliðsvenjari hjá brasilsku monnunum, sum stríðist við Argentina um sjálvt meistaraheitið í Mið- og Suðuramerika.
Sí eisini:
Kyndilsvenjari á odda fyri topp-10-tjóð
Kappingarneyti í Føroyum fegnast
Sama árið, sum Daniel var í Kyndli, var Danilo Gagliardi venjari hjá Neistanum. Hann er úr Brasil og fegnaðist í nátt um at fyrrverandi kappingarneytin í Føroyum hevði ført Brasil til HM.
Hetta legði Danilo Gagliardi á Facebook í nátt:
<iframe frameborder="0" height="615" width="500" allow="encrypted-media" allowtransparency="true" scrolling="no" style="border:none;overflow:hidden" src="https://www.facebook.com/plugins/post.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fdanilo.gagliardi.10%2Fposts%2F2861710393893240&width=500"></iframe>
Danilo Gagliardi ger sjálvur um seg í altjóða hondbólti, har hann er hjálparvenjari hjá angolska kvinnulandsliðnum, sum er ráðandi afrikanskur meistari, og gjørdist nummar 15 við HM í desember.
Stórur munur á mótstøðuni
Kappingin í Mið- og Suðuramerika er einføld. Seks lið eru sloppin í endaspælið, og tey spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum. Ovasta liðið á stigatalvuni er meistari.
Argentina og Brasil væntast at spæla avgerandi dystin sunnunáttina, men tað krevur ein sigur á Uruguay nú í nátt.
Uruguay prógvaði herfyri bæði sína styrki - og at tað er munur á teimum seks tjóðunum, sum spældu seg í endaspælið í Mið- og Suðuramerika.
Hósnáttina vann Uruguay 55-1 á Bolivia. Bolivia skoraði sítt mál í 55. minutti.
Argentina vann fyrr í vikuni 82-7 á Bolivia. Brasil vann sín dyst 77-9.
Brasil endaði á níggjunda plássið við HM í 2019.
Stigatalvan (ovasta liðið eftir fimm dystir er meistari):
Tjóð | Dystir | Málmunur | Stig | |
1 | Argentina | 3 | 120 | 6 |
2 | Brasil | 3 | 107 | 6 |
3 | Uruguay | 3 | 41 | 4 |
4 | Kili | 3 | -6 | 2 |
5 | Paraguay | 3 | -65 | 0 |
6 | Bolivia | 3 | -197 | 0 |