Daniel Johansen royndarvenur í Danmark

Vinstri bakkurin hevur givið til kennar, at hann kundi hugsað sær, at spælt uttanlands

Daniel Johansen venur í hesum døgum við FC Fredericia, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Tað er bold.dk, sum siterar Fredericia Dagblad.

 

23 ára gamli vinstri bakkurin, sum hevur verið rundanum føroyska A-landsliðið seinastu árini, hevur fyrr í ár verið til royndarvenjing hjá AC Horsens og Jens Berthel Askou.

 

Daniel Johansen er ein av fleiri spælarum hjá HB, sum hava givið til kennar, at teir vilja royna yrkisleiðina sum fótbóltsspælarar. Hann skal royna seg í venjingardysti móti OB og Næsby.

 

Við Fredericia Dagblad sigur stjórin í FC Fredericia, Stig Pedersen, sigur við blaðið, at Daniel Johansen royndarvenur við felagnum fram til sunnudagin. HB hevur longu Adrian Justinussen, sum er til royndarvenjing í AC Horsens á øðrum sinni. HB hevur longu fingið tilgongd av Ára M. Jónsson, sum er vinstri bakkur, men kann eisini spæla á vinstra vongi.