Pápi er føddur og uppvaksin í Syðrugøtu sum einasti beiggi av 7 systkjum. Hann var bert 14 ára gamal, tá tey mistu pápan og bleiv hann maðurin í húsinum, um man kann siga so. Eftir loknan 7. flokk gjørdi pápi ymiskt fyrifallandi arbeiði, áðrenn hann fór at læra til timburmann. Hann arbeiddi síðan sum timburmaður í nøkur ár, og eru tað ikki so fá hús, hann hevur verið við til at byggja.
Fyrst í 60unum fór hann á Tøtingarvirkið at arbeiða, og var hann har í samfull 23 ár, øll árini sum arbeiðsformaður. Sjálvt um skúlagongdin ikki er tann stóra, so kláraði hann seg ótrúliga væl, tá fremmandafólk kom á gátt á Tøtingarvirkinum - tað var líkamikið um tað vóru danir, amerikumenn, fransar ella russar, so kláraði hann at samskifta við tey.
Sjálvt um sjónáttúran ikki er tann besta, fór pápi at royna sjólívið, og var hann nakrar túrar við Jupiter í 80unum, men tá so Landsverkfrøðingurin sendi boð eftir honum, gjørdist hann "landkrabbi" aftur, og var hann í starvi hjá hesum stovni til hann fall fyri aldursmarkinum hjá tí almenna.
Síðan tá hevur hann verið í starvi hjá Aluplast í Norðragøtu. Hann trívist best tá okkurt er at takast við, og evnunum bilar onki - hann er raskur sum fáur og sterkur sum ein bjørn.
Pápi hevur eisini verið virkin á øðrum økjum og er tað enn. M.a. hevur hann verið deknur síðan 1972 - tey fyrstu 20 árini var hann einsamallur, men síðan nýggja kirkjan varð bygd, eru tey 3 sum skiftast. Hann hevur sitið í kirkjuráðnum, stýrinum fyri missiónshúsið, verið formaður í Samhald, sitið í skúlanevnd og øðrum álitissessum við.
Í frítíðini dámar pápa væl at verða í náttúruni. Sum yngri var hann í fleiri ár røktingarmaður og hevur hann altíð havt stóran alsk til djór yvirhøvur - sjálvur hevur hann bæði seyð og gæs, sum hann gongur høgt uppí.
Í 1957 giftist pápi við mammu okkara Sannu av Toftum og kunnu tey sostatt um lív og heilsa verður, halda gullbrúdleyp um 2 ár. Mamma hevur øll hesi árini verið pápa og okkum 6 systkjum ein hollur stuðul. Í dag eiga tey 21 abba- og ommubørn, sum tey ganga uppí við lív og sál. Vit systkin við familju vilja við hesum fáu orðum ynskja tær pápa hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, við ynskjum um eina ríka framtíð. Eisini takka vit tær og mammu fyri alt tit eru fyri okkum.
Heilsan børnini