Dánial er elstur av børnunum hjá Poul og Atu (f. Simonsen úr Sandavági), sum búðu undir Lítahamri í Nesi, Hvalba. Foreldrini bæði náddu høgan aldur, Poul bleiv 100 ára gamal og Ata bleiv 91 ára gomul.
Dánial giftist í 1949 við Kirsten, sum er ættað úr Ribe. Tey búsettust í Nesi og fingu tey fýra børn, Poul Laust (doyði av sjúku í 1970, bert 19 ára gamal), Margrethe sum býr á Argjum, Mona sum býr í Hvalba, og Linda sum býr í Keypmannahavn. Abbabørnini eru 6 og langabbabørnini eru 5.
Dánial var við sluppini “Ørvingurin” í 1932 og 1933 í Grønlandi. Ørvingurin hevði onki stýrihús, hevði tó ein 40 hesta motor. Var eisini til fiskiskap við sluppunum “Falkurin”, “Vestmanna” og “Frida”.
Dánial tók stýrimansprógv á Torshavn Navigationsskole í 1941.
Tá ið Lincoln City bleiv bumbað og sakk á Havnarvág, var Dánial ein teirra, sum í skundi drógu bát, fyri at fara út at bjarga manningini.
Hann sigldi nakað undir krígnum við sluppini “Borglýn” úr Trongisvági.
Restina av krígnum arbeiddi hann í kolinum.
Var við trolaranum Drátti og Vágs sluppini City fram til 1950. Var so í nøkur ár við kolabátinum Skarvasteini. Síðani við línubátinum Ranafossi og trolaranum Leivur Øssursson.
Í 1975 fór Dánial út at sigla við Copenhagen Reefer. Hann gavst at sigla í 1986, næstan 70 ára gamal.
Dániel sat í bygdaráðnum í Hvalba í 8 ár.