Daniel skoraði men Hørður vann føroyingauppgerðina

Føroyingauppgerð var í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag

Hørður H. Askham eigur argingarrættin móti Daniel Johansen í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag var føroyingauppgerð, har AB við Hørði á liðnum tók ímóti Thisted við Daniel á liðnum.

 

AB vann dystin 2-1. 

 

Tað var annars Daniel sum legði Thisted á odda 1-0 tá 26 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Seks minuttir undan steðginum javnaði niðurlendski, Darren Sidoel fyri AB.

 

Týski, Adrien Koudelka gjørdist match-vinnari fyri AB tá 72 minuttir vóru leiktir.

 

AB er nummar seks í deildini við 12 stigum. Thisted er nummar níggju við átta stigum.

 

Komandi leygardag spælir AB á útivølli móti Aarhus Fremad. Sama dag tekur Thisted ímóti FA 2000 á heimavølli.