Danir bíleggja 100 skip

Danski handilsskipaflotin hevur so góðan byr sum sjáldan fyrr, og áhugin fyri at byggja nýggj skip er sera stórur. Umleið 40 prosent av skipunum verða bygd í Kina, men øll skulu sigla undir donskum flaggi.

Jan Fritz Hansen, sum er varastjóri í danska reiðarafelagnum, sigur við Jyllandspostin, at í løtuni hava donsk reiðaríir bílagt umleið 100 skip, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur hann. Orsøkin er sjálvandi, at reiðaríini hava nóg mikið av farmi at flyta, og tí tey vinna pengar.

Næststørsta reiðaríið í Danmark, Torm, hevur bílagt 14 nýbygningar og hevur higartil fingið átta teirra. Árið í fjør royndist sera væl hjá felagnum, sum væntar, at roknskapurin fyri 2003 fer at vísa 370 milliónir krónur í avlopi. Í ár verður avlopið um 500 milliónir krónur, sigur stjórin, Klaus Kjærulff. Høvuðsorsøkin er, at flutningsgjøldini hækkaðu sera nógv í fjør, og hjá einum parti av flotanum vórðu tey trífaldað.