Næstan helvtin av dønum heldur seg verða bundnan at miðlum sum teldum, sjónvarpi, fartelefonum og mp3-spælarum. Hetta vísir ein kanning, sum stovnurin Zapera hevur gjørt fyri lærda háskúla í Keypmannahavn.
Kanningin vísir, at tað er serliga yngra ættarliðið, sum er kennir seg bundið at miðlum.
- Fólk eru bangin fyri, at tey skulu missa okkurt, og tí kanna tey allatíðina teldupostin ella fartelefonina, eru á netinum ella hyggja eftir einari sjónvarpssending, sigur Stig Hjarvard, professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, við DR.
Hann mælir fólki til at gera avtalur í heiminum og til arbeiðis, nær tey sløkkja fartelefonina, sjónvarpið og telduna fyri bara at vera saman í tí fysisku verðini.