Ein nýggj meiningakanning vísir, at Margreta drotning er best dámdi limurin í kongshúsinum.
38 prosent halda, at drotningin er besta umboð fyri danska kongshúsið.
Tað skrivar TV2, sum Megafon hevur gjørt kanningina fyri.
Fríðrikur krúnprinsur er nummar tvey við 29 prosentum av atkvøðunum. Tað er hóast ein mál fyri kortum, har ein spanskur miðil almannakunngjørdi myndir av krúnprinsinum saman við meksikansku kvinnuni Cenoveva Casanova í Madrid.
Sambært miðlinum hevði krúnprinsurin gist hjá henni, men tað vildi kongshúsið hvørki vátta ella avsanna. Krúnprinsurin hevur síðani lýst kvinnuna sum ein vin.
77 prosent svara, at tey halda, at krúnprinsurin fer at vera »ógvuliga góður« ella »góður« sum retentur, um hann skuldi tikið við trónuni í dag.
15 prosent halda, at Mary krúnprinsessa Maryi vildi verið besta umboð fyri kongshúsið.
Joakim prinsur fær 3 prosent av atkvøðunum, meðan 11 prosent hava svarað, at tey eru ímóti kongsveldinum og tí ikki halda, at nakar teirra er gott umboð fyri kongshúsið.
Christian prinsur fær bara 1 prosent av atkvøðunum í kanningini, sum sambært TV2 kann vera tí, at hann ikki hevur verið so nógv frammi í miðlunum sum barn og ungur og tí ikki er so kendur millum fólkið.
Harumframt hevur TV2 spurt, hvørt drotningin skal vera regentur alt lívið.
Tá siga 44 prosent, at tað halda tey, meðan 32 prosent halda, at drotningin eigur at lata Fríðriki krúnprinsi krúnuna áðrenn hann verður 60 ár í 2028.
15 prosent svara, at drotningin longur eigur at leggja frá sær nú.
Sambært TV2 hildu bara 35 prosent av fólkinum í 2025, at Margreta drotning skuldi sita á trónuni alt lívið.
Í dag er Margreta drotning 83 ár, og hon hevur sitið á trónuni síðani 14. januar í 1972.
/ritzau/