Danir eru stríðsmenn

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur virðing fyri danska liðnum AaB, sum United skal spæla ímóti í Champions League í vikuni.

- Teir spæla ímóti Manchester United, stadion verður útselt, og allur býurin verður klárur til dystin. Danskir spælarar eru stríðsmenn, og mín gamli vinur Bruce Rioch fer at seta teir upp til dystin, sigur Ferguson.