Tá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer at halda nýggjársrøðu um nakrar dagar, fer hon at brúka ein part av tíðini til at greiða dønum frá, at teir skulu venja seg til ein nýggjan búskaparligan veruleika, sum krevur áhaldandi nýskipanir og broytingar. Málið er at útvega fleiri arbeiðspláss og at fáa fleiri fólk til út á arbeiðsmarknaðin.
Í samrøðu við JyllandsPostin boðar forsætisráðharrin millum annað frá einari nýskipan innan kontanthjálpina og einari nýskipan, sum skal fáa tey ungu skjótari ígjøgnum útbúgvingina.
Formaðurin í fakfelagnum 3F, Poul Erik Skov Christensen, heldur, at stjórnin skal leggja seg eftir at útvega fleiri arbeiðspláss heldur enn at brúka so nógva orku uppá at økja arbeiðsmegina.
-Eg veit ikki rættiliga, hvørjari gongustjørnu frú Thorning er á, sigur hann og vísir á, at talið á arbeiðsleysum fer at veksa næsta ár.