Danir fara at taka veggjald frá ferðafólki

Tað fær onga ávirkan á talið av vitjandi í Danmark, at veggjald verður tikið frá útlendskum bilum, heldur VisitDenmark.

 

Danska stjórnin ætlar at vinna innaftur tað, sum lægri avgjøld á bilar kostar statskassanum við at leggja veggjald á útlendskar bilar, sum vitja í Danmark.

 

Samskiftisstjórin í VisitDenmark, Anders Rosbo, vísir á, at veggjald verður tikið í fleiri londum.

 

– Tað órógvar ikki okkum, tí á onkran hátt er hetta tann nýggi standardurin. Næstan líka mikið, hvørjum landi tú koyrir í, so er okkurt slag av veggjaldi.

 

– Vit halda ikki, at tað fer at halda fólki burtur frá at vitja Danmark, heldur hann.

 

Samskiftisstjórin vísir eisini á, at tað hevði verið verri, um bensinprísurin varð hækkaður til 13 krónur liturin.

 

Nýggja veggjaldið er liður í avtalu um bilavgjøld, sum stjórnin og Dansk Folkeparti samdust um í gjár.

 

Skipanin kann ikki setast í gildi fyrr enn í 2020. Veggjaldið verður mett at geva statskassanum 300 milliónir krónur árliga.

 

Allar flestu ferðafólk, sum koyra bil í Danmark, koma úr Týsklandi, sambært Anders Rosbo.

 

Týsk ferðafólk eru glað fyri Danmark og serliga tær »óspiltu strendurnar«, sum einki kosta.

 

– Tað kostar til dømis einki at liggja á donskum strondum. Tað ger tað í øðrum londum, sum til dømis Týsklandi, sigur Andres Rosbo.

 

Tað eru um 20 lond í Evropa, har veggjald er fyri at koyra á ávísum vegateinum.

 

Skipanin fyri danska veggjaldið skal eftir ætlan líkjast tí týsku, sum enn ikki er sett í verk.

 

Her eru tað ikki bara útlendskir bilar, sum skulu gjalda. Týskarar leggja upp til, at týskir bilar eisini skulu gjalda loypandi veggjald. Men teir fáa avsláttur.

 

Tað sama skal vera í Danmark. Tað merkir, at danskir bilførar kunnu vænta sær at skula gjalda upp ímóti 1.000 krónur um árið í veggjaldi. Men afturfyri fáa teir lægri bilavgjøld.

 

Útlendskir bilførarar skulu sambært stjórnini gjalda upp ímóti 1.000 krónur um árið fyri at koyra á donskum vegum.

 

Carlos Villaro Lassen, stjóri í Feriehusudlejernes Brancheforening, óttast tó, at veggjaldið kann ávirka talið á vitjandi í summarhúsum.

 

– Tað kann í síðsta enda gerast ein vánalig forrætning, sigur hann í tíðindaskrivi.

 

Hvørt ár koyra 350.000 bilar við týskum ferðafólkum sambært felagnum til Danmarkar at leiga eitt summmarhús.

 

/ritzau/