Í morgin kl. 16.30 spæla Danmark og Týskland tann alt avgerandi dystin, um hvør teirra skal vinna seg í hálvfinaluna. Skal Danmark vinna seg víðari, so krevur tað sigur ella javnleik. Tapir Danmark, so má Noreg taka stig frá Póllandi, sum er formliðið í millumbólki 2 í skrivandi stund.
Hans Lindberg, sum er av føroyskari ætt, sigur, at tað er alt avgerandi, at Danmark fer á vøllin við einari verju, sum er betri, enn tann liðið hevur víst í hinum dystunum.
- Vit mugu fáa fatur í skjúttunum hjá teimum. Týskland hevur nakrar fantastiskar skjúttar. M.a. Holger Glandorf og liðfelagin hjá mær, Pascal Hens, sum eisini er ein fantastiskur spælari. Tað snýr seg um at taka hesar báðar í verjuni. Sigur Hans Lindberg, sum tvíheldur, at danska liðið má verða klárt allar 60 minuttirnar, um sigurin skal koppa til teir. - Tað er ikki pláss fyri teimum misjøvnu avrikunum, sum vit hava víst í hinum dystunum. Týskland er ikki eitt mótstøðuliðið, sum ein bara trumlar niður. Tað er hóast alt teir verandi heimsmeistarnir, sum vit spæla ímóti.