Dagny Joensen
Tá Sosialurin í gjár tosaði við Bjørn á Heygum hevði hann ikki sæð skrivið frá Norman Christensen, har hann sigur frá samskiftinum millum Løgmálaráðið og Landsstýrið, í sambandi við at Rekling varð settur skrivari í kanningarnevndini.
- Veruleikin er, at Michael Lunn, skrivstovustjóri í Løgmálaráðnum sigur seg hava kunnað Norman Christensen munnliga um Rekling, og at FNC sigur seg ikki verða kunnaðan. Her er pástandur móti pástandi, og tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur, at próvbyrðan er í danska Løgmálaráðnum. Kunnu danir ikki skjalprógva hetta, er pástandurin bert at meta sum leysasøga.
- Hevur tú sum tinglimur fyri Sambandsflokkin og formaður í rættarnevndini, als ikki verið við í arbeiðnum tá kanningarnevndin skuldi setast?
- Eg var á fundi í Løgmálaráðnum, tá evnini til kanningarnevndina skuldu finnast. Tá umrøddu vit serliga formannin í nevndini, sigur Bjørn á Heygum.
- Har vóru nógvir kendir danskir advokatar upp á tal, men teir vóru allir vrakaðir, vegna habilitetsspurnignin. Vit valdu Jørgen Grønborg, sum sambært Løgmálaráðnum var óheftur og einki hevði við Den Danske Bank at gera.
Michael Rekling var sjálvsagt ikki nevndur, av tí at hann als ikki var komin inn í myndina tá.
- Sum rættarnevndarformaður og politikari havi eg einki fingið at vita, og sum skilst, heldur ikki Landsstýrið.
- Hvør parturin heldur tú hevur rætt í sínum máli?
- Eg trúgvi ongum pástandi, uttan so at hann kann skjalprógvast.
Tann pástandurin sum Løgmálaráðið kemur við, at vit vistu um habilitetin hjá Rekling, uppfyllir ikki treytirnar. Tað er einki hald í honum, sigur Bjørn á Heygum.
Eftir hansara tykki er ov seint at steðga kanningarnevdnini í sínum arbeiði. Tíðin er farin, tí vit koma í trupulleikar í mars 1998, tá firmingarfreistin er úti.
- Tað kemst av, at niðurstøðan í møguligari dómarakanning skal fyriliggja, áðrenn firningarfreisin er úti, sigur Bjørn á Heygum.
- Hvat sigur tú um gongdina í hesummáli?
- Eg eri ógvuliga keddur av hesum. Álitið á kanningina er viknað av teimum upplýsingunum, sum eru komnir fram.
- Tað haldi er vera ógvuliga óheppið, tí niðurstøðan kann fyri tað vera skilagóð, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur ikki, at føroyingar skulu geva skarvin yvir, áðrenn niðurstøðan er gjørd.
- Vit hava ikki neyðuga førleikan at døma um kanningina, áðrenn vit hava sæð frágreiðingina og fingið kunnleika til niðurstøðuna.
- Sumnú er byggir alt á misálit. Vit hava onga grund fyri at halda, at hon er vánalig, sigur Bjørn á Heygum, sum sigur seg ikki vita um úrslitið av kanningini. Hóast føroysku eygleiðararnir eru tinglimir og hava tagnarskyldu, so hava teir eisini tagnarskyldu mótvegis formanninum í rættarnevndini.