Danir heiðra Mærsk Mc-Kinney Møller

Í nátt doyði danski vinnulívsmaðurin Mærsk Mc-Kinney Møller, sum gjørdist 98 ára gamal. Í allan dag hava politikarar og onnur víst sína sorg um, at stóri vinnulívsmaðurin er farin, og í kvøld vísir DR 1 eina sending um hann.

 

Í nátt svav 98 ára gamli Mærsk Mc-Kinney Møller seg inn í deyðan eftir at hann hevur barst við sjúku í longri tíð.

 

Tað hevur av álvara sett sín dám á kjakið í Danmark í dag, sum í stóran mun hevur heiðrað stóra vinnulívsmannin, sum eisini hevði fleiri føroyingar í sínari fyritøku.

 

Mærsk Mc-Kinney Møller varð heiðraður í Fólkatinginum í dag, tá ið fleiri politikarar tóku sær stundir at vísa sína sorg.

 

Helle Thorning Schmith, forsætisráðharri segði, at fá eru tey, sum hava sett so stór fingramerki á danska samfelagið, sum Mærsk Mc-Kinney Møller gjørdi.

 

- Danmark hevur mist ein stóran vinnulívsmann, og ein heilt serstakan persón. Fá hava sett so stóran dám á danska samfelagið, sum Mærsk Mc-Kinney Møller. At fyritøkan A.P Møller-Mærsk er ein av fremstu reiðaríunum í heiminum er eitt tekin um ein ótrúligan sans fyri vinnulívinum, sum hevur skapt ótrúliga stór virðir í danska samfelagnum, segði Helle Thorning Schmidt.

 

Formaðurin í Venstre, Lars Løkke Rasmussen, kallaði hendan dagin fyri ein sorgardag.

 

- Mærsk Mc-Kinney Møller hevur gjøgnum eitt langt lív arbeitt málrættað og hart, og líka til tað síðsta royndi hann at betra um tað fyritøku, sum pápi hansara setti á stovn. Mærsk fyritøkan er ikki einans størsta fyritøkan í Danmark, men hon er tað mest sjónliga danskarar eiga í altjóða høpi, segði Lars Løkke Rasmussen.

 

Tað er í kvøld kl. 19.00, at DR 1 vísir eina sending um stóra vinnulívsmannin.