Danir í herna ímóti WGI

Globala spælið á alnótini, WGI, sum nógvir føroyingar taka lut í, er í stríð við danska lóggávu. Toll og Skatt í Danmark metir spælið vera ólógligt, og tí kunnu 15.000 danir vænta sær eina frá fráboðan frá donsku løgregluni. Føroyingar sleppa kortini at halda fram við at spæla, tí føroyska lóggávan er ótíðarhóskandi, og fevnir ikki um spøl á alnótini. Toll og Skatt sigur, at stovnurin eigur ikki avgerðina, hvørt spælið er ólógligt ella ikki.

Politiken skrivar í dag, at Toll og Skatt í Danmark er fari í herna ímóti teimum í alt 15.000 dønum, sum luttaka í spælinum World Games Incorporatet(WGI). Spælið er í stíð við danska lóggávu, og tí kunnu danir, ið taka lut í spælinum, vænta sær eina fráboðan frá donsku løgregluni í næstum.
Ikki bert luttakarar í WGI kunnu vænta sær boð frá donsku løgregluni, men eisini fólk, ið hjálpa til við í spælinum.

Vælumtókt spæl
WGI er eitt spæl, ið fer fram á alnótini. Fyri at luttaka skal ein grundupphædd rindast á 1500 krónur. Upphæddin gevur atgongd til til fiktiv partabrøv, lutaseðlar og kortspæl. Fyri at vinna pening krevst, at tú í minsta lagið finnur tveir nýggjar luttakarar, ið eisini vilja gjalda grundupphæddini.
Nýggju kundarnir skulu eisini finna tveir nýggjar os. fr. Hvørja ferð ein nýggjur kundi kemur upp í spæli, fáa teir sum hava biðið viðkomandi spæla pengar.
Talan er sostatt um eitt spæl, sum minnir nógv um sokallaðu pyramidu spølini. Í summar høvdu vit eina grein um spælið í blaðnum, og tá varð nevnt, at í alt 350.000 fólk spæl WGI kring heimin.
Í Føroyum var talið 150, men tað er rættiliga sannlíkt, at hetta talið er økt seinastu mánaðirnar.

Gomul lóggáva
Hóast danir eru farnir í herna ímóti spælinum, so kunnu føroyingar eftir øllum at døma taka tað meira róligt. Føroyska lóggávan um eydnuspøl er frá 1987, og hon fevnir hvørki um telduspøl ella spøl á alnótini. Danir hava øll árini fylgt menningini við eydnuspølum, og lóggávan heimilar teimum at leggja eftir WGI.
? Vit hava sett ein arbeiðsbólk at taka sær av at endurskoða lógina um eydnuspøl, men arbeiðið er ikki komið á mál enn, siga tey úr Løgmálaráðnum.
Spurd, um føroyingar, sum spæla WGI, kunnu vænta sær eina fráboðan frá føroysku løgregluni fyri ólógligt virksemi, svarar tey av Løgmálaráðnum, at tað er ringt at siga, men tað er sannroynd, at galdandi lóggáva á økinum ikki fevnir um spøl á alnótini, og tískil kann ein seta spurning við, um heimild er at gera nakað við málið.
Av Toll og Skatt verður sagt, at stovnurin fyrst og fremst tekur sær av skattaspurningum. ?Øll inntøka er í prinsippinum skattskyldug, og tað er eisini inntøkan av spølum. Vit eiga ikki avgerðina, hvørt talan er um eitt ólógligt spæl ella ikki, tí tann avgerðin liggur hjá løgregluni, sigur Toll og Skatt
Vit royndu at fáa fatur á fútanum, men tað eydnaðist okkum ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vit vóna at hava eina viðmerking frá honum til blaðið í morgin