Samstundis sum altjóða samfelagið roynir at forða handli við ólógligum heilivági, keypa danir nógvan ólógligan heilivág úr útlondum. Talan er serliga um dopintablettir, potenstablettir og klænkingarevni, skrivar Jyllands-Posturin.
Tey, sum arbeiða hjá tollvaldinum á flogvøllinum í Kastrup, siga, at samanborið við onnur lond keypa danir nógvan ólógligan heilivág ígjøgnum internetið. Í flestu førum kemur heilivágurin í pakka, men tað eru eisini tey, sum royna at smugla heilivágin við at hava hann uppi á sær.
Sambært danskari lóg er tað ikki loyvt at keypa ávísingarskyldugan heilivág í útlondum. Harumframt er tað brot á patentrættindini hjá ídnaðinum, og tey, sum brúka tílíkan heilivág, spæla við heilsuna, skrivar DR.