Danskir jarðfrøðingar fara nú at leita eftir olju í Kattegat og Skagerak.
Um eini tvey ár kunnu danir fáa at vita, um olja er at finna í undirgrundini í Kattegat og Skagerak.
Granskarar úr Keypmannahavn og Århus skulu spreingja hálvttriðja tons av dynamitti í fleiri boriholum, sum skulu borast uppi á landi í Jyllandi og í Århus-víkini og Norðsjónum. Við at máta ljóðbylgjurnar frá spreingingunum kunnu teir kanna undirgrundina.
Eru metingarnar, sum jarðfrøðingarnir hava, rættar, kann tað væl henda, at olja er at finna á teimum norðaru leiðunum í Kattegat og Skagerak, skrivar Ritzau.