Danir lumpaðu indiskar læknar

28 indiskir læknar, sum komu til Danmarkar at arbeiða í fjør, fingu als ikki tað, sum teir lokalu sjúkrahúsmyndugleikarnir í Miðjyllandi høvdu lovað teimum. Berlingske Tidende skrivar, at indisku læknarnir fingu lyfti um 60.000 krónur í løn um mánaðin og 25 prosent í skatti. Men tá saman um kom, fingu læknarnir 42.500 krónur í løn um mánaðin, og skatturin reyk upp á 40 prosent og seinni heilt upp á 60 prosent, skrivar blaðið. Úrslitið er millum annað, at læknarnir hava sett seg í størri skuld, enn teir annars høvdu gjørt.