Danir siga nei!

Stóra exit-poll kanningin hjá TV2, sum varð almannakunngjørd klokkan 13 í gjár vísur, at nei-síðan vinnur evruvalið. Men óvissur eru knýttar at forsøgnini.


Eru úrslitini í higartil størstu veljarakanningini eftirfarandi, so verður ikki neyðugt hjá dønum at venja seg við, hvussu nógvar evrur ein pakki av mjólk kostar. Sambært kanningini, sum TV2 almannakunngjørdi beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, vil ein lítil meiriluti av danska fólkinum varðveita donsku krónuna.


Kanningin er ein sokallað exit-poll kanning og vísur, at 52,5 prosent av veljarunum siga nei til evruna. 47,5 prosent siga ja. TV2 hevur verið uttanfyri valhølini kring landið og spurt 6297 fólk, hvar tey settu krossin. Hóast hetta ikki er nógv, tá ið hugsað verður um, at meira enn fýra milliónir danir hava atkvøðurætt, so er kanningin tann higartil greiðasta ábendingin um endaliga úrslitið.


Spurningurin er kortini, um kanningin fer at broyta støðuna hjá fólki, sum ikki hava verið á vali enn og sostatt beinleiðis ávirka endaliga úrslitið. Sum vit skriva inni í blaðnum, so finnast politikkarar og serfrøðingar at TV2, tí sjónvarpsstøðin valdi at almannakunngera kanningina, seks tímar áðrenn valhølini lótu aftur.


Óvissan, sum er knýtt at kanningini, er umleið 3 prosent, og sostatt kann endaliga úrslitið broytast til eitt ja. Eisini vísa serfrøðingar á, at fólk, sum starvast í danska vinnulívinum, eru von við at atkvøða seinnapartin, og millum teirra eru fleiri ja-sigarar enn nei-sigarar. Alt hetta ger, at tað skulu sera fáar atkvøður til at flyta endaligu avgerðina frá nei til ja.


Valluttøkan til fólkaatkvøðugreiðsluna í gjár var stór. Tá ið valhølini høvdu verið opin í tríggjar tímar, høvdu 21,7 prosent av veljarunum verið á vali, og tað eru 2,5 prosentstig fleiri enn á ES-atkvøðugreiðsluni fyri tveimum árum síðani. Valserfrøðingar roknaðu í gjár við, at endaliga valluttøkan fór at nærkast 86 prosentum.