Eitt ítøkiligt úrslit kemur kanska burturúr samrøðunum millum Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og Anfinn Kallsverg, løgmann, í flogvallarmálinum.
Málið um at leingja flogvøllin hevur verið frammi av og á seinastu árini, men einki er spurt burturúr.
Støða er kortini ikki tikin til, hvat skal gerast, men løgmaður fekk kortini sagt forsætisráðharranum, hvørji ynskini hjá føroyingum eru.
Tryggja flogferðsluna
Eitt nú at neyðugt er at leingja flogvøllin og gera glíðibreyt, fyri at tryggja flogferðsluna.
Danir umsita flogvøllin, men teir eru sinnaðir at fáa føroyingar at yvirtaka. Trupulleikin er, at flogvøllurin árliga hevur 8 - 9 mió. krónur hall, og at Landsstýrið ikki eru hugað at yvirtaka mál, sum geva undirskot.
Í summar var Finnbogi Arge í Danmark og tosaði við Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharra um flogvøllin, har hann greiddi frá sínum sjónarmiðunum viðvíkjandi flogvallarmálinum.
Umsitingin í Danmark og Føroyum kanna
Á vitjanini hjá forsætisráðharranum í Tinganesi, varð avgjørt, at embætisfólk í donsku og føroysku umsitingini skulu kanna málið. Ein fundur verður seinni í ár, har fólk frá Ferðaslumálaráðnum og Vinnumálastýrinum skulu tosa saman .
Landsstýrið hevur fingið tilfar til vega um flogvøllin frá Ferðslumálaráðnum. Tað verður nú sundurgreinað og síðani verður tosað við Ferðalumálaráðið.
? Danir vilja sleppa av við flogvøllin, og vit mugu royna at fáa semju um, hvussu tað skal gerast, sigur Finnbogi Arge.
Spurningur um hall
? Hava tit tosað um, møguliga at fáa undirskotið burtur?
? Málið skal kannast áðrenn vit koma so langt. Um vit skulu yvirtaka undirskotið, er tað ein fíggjarlig byrða, sum vit ikki hava i dag, og sum mugu vit taka hædd fyri.
? Tað, at danir vilja hava eina heildarloysn, merkir, at teir vilja sleppa av við flogvøllin.
? Tað er í lagi, um vit fáa røttu avtaluna og endurgjald fyri undirskotið, sigur landsstýrismaðurin.
Hann heldur, at tá málið er tikið upp millum løgmann og forsætisráðharran, so er tað tekin um, at áhugi er fyri at fáa einaloysn í málinum.