Danir skulu gjalda fyri bankabjargingina

Meiri enn helmingurin av veljarunum í Føroyum halda, at danir skulu gjalda fyri bankabjargina, meðan 36 pst. halda, at føroyingar og danir eiga at gjalda

Ein av teimum allarfyrstu uppgávunum hjá einum nýggjum landsstýri verður at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um bankamálið.

Landsstýrið hevur stevnt stjórnini og Den Danske Bank, men tað er mest fyri at forhála fyrningarfreistini, siga løgfrøðingarnir. Ein samráðingarloysn er besta loysnin.

Men hvat siga føroyingar til bankamálið. Hvør halda teir skal gjalda kostnaðin fyri bjargingina av bankunum tá samfelagið stóð til at fara av knóranum.

Henda spurning settu næmingar í Miðnámsskúlanum veljarunum í kanningini teir gjørdu fyri Sosialin.

Og eitt er í øllum førum greitt.

Føroyingar halda ikki at vit einsamallir skulu gjalda kostnaðin av bankabjargingini.

Bert 3 prosent av føroysku veljarunum halda nevniliga at føroyingar einsamallir skulu gjalda.

Hinvegin halda heili 56 prosent, at danir skulu gjalda fyri bankabjargingina, meðan 34 prosent halda at bæði føroyingar og danir skulu gjalda.


Javnt býtt í

flokkunum

Hyggjað vit eftir hvussu veljararnir eru býttir út á flokkar, so sæst, at býti er rættuliga javnt.

Í Fólkaflokkinum siga 68,5 prosent at danir skulu gjalda og 23,8 at føroyingar

og danir skulu gjalda.

Í Sambandsflokkinum er býtið 50,4 og 43,4. Í Javnaðarflokkinum 51,2 og 39,4 og í Tjóðveldisflokkium er býtið 58,0 og 30,7 prosent.

Tí má niðurstøðan verða, at tað var rætt av landsstýrinum at stevna mótpartinum soleiðis at fyrningarfreistin var úti áðrenn samráðingarnar kundu byrjað nú eftir valið.

So mugu samráðingarnar við donsku myndugleikarnar og danska bankan vísa, um tað ber til at semjast um eina loysn á trætuni ella ikki.

Sjálvandi er ein samráðingarloysn at »fyritrekkja«

Fyri tað fyrsta tíð at hon tekur nógv styttri tíð, men nokk eisini tí at hon kemur ikki at ávirka samstarvið landanna millum so nógv sum eitt rættarmál.

Í einum slíkum koma nógvir upplýsingar fram, sum onkrir danskir politikarar - og kanska føroyskir við - høvdu verið fegnast um ongantíð sóðu dagsins ljós.

Annar spurningur er so, um okkum nýtist taka hædd fyri tí. Her mugu vit hugsa um okkum sjálvi.