Danir spart 90 milliardir í verjuútreiðslum

Fyri at lata Nato ráða yvir landaøkjum í Føroyum og í Grønlandi, hevur danski staturin síðani 1976 spart næstan 90 milliardir í verjuútreiðslum

Svartabók hevur alt í einum, við síðuna av Hvítubók, fingið ein týðandi leiklut í fullveldismálinum.

Í niðurstøðuni í Svøtubók stendur, at Føroyar í NATO høpi fyri danir høvdu bæði hernaðarligan og fíggjarligan áhuga.

Hesa niðurstøðu hevur landsstýrið kannað nærri í sambandi við fullveldismálið og funnið sær ein trumf, tað kann nýta móti dønum í ríkisrættarligu samráðingunum.

Úrslitið av hesari kanning varð kunngjørt fyri fjølmiðlunum á tíðindafundi um fullveldismálið í Tinganesi fríggjamorgunin.

Stóri trumfurin er, at tá ríkisveitingarnar til Grønland og Føroyar eru drignar frá teimum 90 milliardunum, staturin í verjuhøpi hevur spart, orsakað av ríkisfelagsskapinum, er avlopið hjá statinum kortini knappar 30 milliardir krónur.


Seinasti møguleiki

Hóast landsstýrið hevur hendan trumf, vísir tað staðiliga á, at hann ikki fer at verða nýttur at duka danir í høvdi við undir ríkisrættarligu samráðingunum.

? Vit vænta opnar og siðiligar samráðingar, sum í staðin fyri at líta aftureftir líta frameftir. Tí fara vit ikki at tveita hesi tøl á borðið framman fyri dønum og siga, at teir hava vunnið meira enn vit í ríkisfelagsskapinum, sigur Anfinn Kalsberg.

Bæði løgmaður og varaløgmaður siga, at kannigin er gjørd fyri, at tað ikki skal koma upp á tal, at landsstýrið fer til Danmarkar á biddaraferð, tá farið verður undir ríkisrættarligu samráðingarnar.

? Tilmælið frá Sambandsflokkinum sigur, at ætlanin hjá okkum minnir um eina biddaraferð til Danmarkar. Hetta haldi eg vera ógvuliga keðiligt, tí tað kann fáa danir at halda tað sama. Men gera teir tað, hava vit hesi tøl, sum prógv fyri tað øvugta, sigur løgmaður.

Høgni Hoydal vísir samstundis á, at ríkisfelagsskapurin hevur givið báðum pørtum í hvør sínum lagi.


Dagførdar útrokningar

Tá sagt verður, at talan er um 90 milliónir, danski staturin hevur spart, er ikki talan um heilt reel tøl, men um dagførdar útrokningar.

Embætismenn hava umroknað sparda peningin fyri hvørt einstakt ár síðani 1976 til tað virði, krónan hevur í dag. Teir hava sett indekstalið fyri 1999 at vera 100, og síðani eru indekstøl svarandi til virðið á krónuni fyri hini árini sett fyri hvørt einstakt ár. Til dømis er indekstalið í 1976 33.

Síggja vit burtur frá umrokningunum hjá føroysku embætismonnunum, hevur staturin spart knappar 53 milliónir í verjuútreiðslum av ríkisfelagsskapinum. Verður ríkisveitingin drigin frá, er talan um eina upphædd á góðar 18 milliardir krónur.

NATO limaskapur krevur eitt gjald á 3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá Danmark. Men øll hesi árini hava danir bert rindað eitt gjald á umleið 2 prosent. Orsøkin til hetta er ríkisfelagsskapurin.