Støðan í Danmark í hesum døgum er ikki góð, nú flóð er og fleiri støð í Danmark eru rakt av høgum vatnstøðið.
Tað hevur elvt til nógvar skaðar, men bjargingarlið í Danmark vita enn ikki, hvussu stórir skaðar talan er um.
Enn stendur nógv á, men mett verður, at veðrið verður stabilt í annaðkvøld.
- Vit hava spurt fleiri lond, um tey kunnu hjálpa um neyðugt, og svarið er ja, sigur Lars Høg Schou, tilbúgvingarleiðari í kvøld við eb.dk.
Víðari sigur hann, at tey enn ikki eru greið yvir, um tørvur verður á at kalla á eyka hjálp.
Summa staðni í landinum hava tey sett veldigar pumpur, sum skulu pumpa vatni úr bygdum økið og tað er møguleiki fyri, at fleiri slíkar pumpur mugu fáast til vega frá grannalondunum.
Men tilbúgvingarleiðarin leggur áherðslu á, at enn er ikki greitt, um tørvur er á tí.