Danir vilja sama túr sum Casper og Frank

Hevur tú sæð filmin Klovn, so minnist tú helst, tá ið Casper Christensen fór spill nakin úr síni kano, og rennandi framvið Frank Hvam, meðan hann rópti ?Vi må videre?. Tour de Fis er nú eitt vælumtókt feriustað hjá dønum. Júst hetta brotið av filminum er upptikið á Gudenåen, sum er ein á, ið liggur millum Ry og Skanderborg. Og hesin mest sæddi filmurin í Danmark í 2011, hevur eisini fingið fleiri danir at frávelja tey heitaru londini, og heldur uppliva túrin hjá Casper og Frank, tá ið teir fóru nógv umrødda túrin við heitinum Tour de Fis.

 

Kanoútleigarar kring hesa á siga, at áhugin fyri at leiga ein kano er øktur.

 

Hetta veit Politikken í dag.

 

Gudenå Camping í Brædstrup hevur eisini fingið ein fyrispurning frá eini sokallaði Eventfyritøku, sum vil bjóða sínum kundum at fara á Skanderborg Festival á júst sama hátt, sum Casper og Frank fóru.

 

Klovn hevði frumsýning í desember, og gjørdist mest sæddi filmurin í Danmark í 2011.