Tað eydnaðist heldur ikki føroyingunum at vinna tvær tær seinastu disiplinirnar í landsdystinum móti dønum.
Næstseinasta disiplinin var Power Stairs, har trý 200 kilo lodd skuldu berast upp seks trapputrin, og har vóru danir væl framman fyri.
Seinasta disiplinin var, at lyfta fimm tungar steinar upp á plattar, og har stríddist føroyski luttakarin góða løtu við at fáa seinasta steinin upp á plattarnar, soleiðis at danir vunnu tryggan sigur.
Dagurin endaði við, at luttakararnir skudu royna at lyfta høv, har tað tyngsta var eitt 292 kilo tungt hav úr Sumba. Men tað kvaklaði eingin av luttakarunum.
Úrslitið av landsdystinum var so ein 5-0 sigur til danir.
Her hava teir sterku menninir fingið heiðursmerki eftir kappingina í Vági. Frá vinstru eru teir Nicolaj hansen úr Danmark, Bjarni Nielsen úr Føroyum, Mikkel Leicht úr Danmark og Bogi Hammer úr Føroyum.