info
Ongi úrslit

Danir ynsktu ikki Norðfra á jólamarknaðin

- Tey hava sagt, at vit eru vælkomin, men halda, at okkurt keðiligt kann spyrjast burtur úr, og tí er ivaleyst best, um vit ikki koma hesaferð, sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra.

Vilmund Jacobsen
28. november 2021 kl. 17:59

Eftir at nógv umrødda springaradrápið hevði verið í Skálafirði fyrr í heyst, kendi eisini Norðfra Danmark sviðan av hesum. 

Norðfra Danmark hevði í eini trý ár selt royktan laks til ein grossist í Týsklandi, sum eitt nú selur laks, vín og konfekt til síni viðskiftafólk. Í longum telduposti segði týska fyritøkan, at tey einki vildu hava við okkum at gera meira, tí springaradrápið kundi ikki góðtakast.

- Í meylinum varð eisini sagt, at fyritøkan hevði sæð børn drigin upp í drápið, tá myndir vóru av børnum, sum stóðu á einum hvali.

Tað sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra. Hann vísir á, at hetta annars var ein grossistur, sum valdi eina dýrari vøru frá Norðfra Danmark fram um aðrar vørur á marknaðinum, tí fyritøkan helt so ómetaliga nógv av føroyska laksinum.

Norðfra Danmark plagar eisini at luttaka á jólamarknaðum í Danmark, eitt nú á Fjóni og Jútlandi, nú jólini stunda til, men í ár hevur fyritøkan fingið at vita, at best er, um tey ikki eru við.
- Tey hava sagt, at vit eru vælkomin, men halda, at okkurt keðiligt kann spyrjast burtur úr, og tí er ivaleyst best, um vit ikki koma hesaferð. Tey halda ikki, at jólamarknaðurin - um so verður - skal brúkast til at forsvara springaradráp, og tað kann gerast ov nógv roks, um vit eru við, sigur Jógvan Martin Hansen.

Myndin er ikki tøk

Virksemið hjá Norðfra og FoFish í Leirvík stendur á trimum súlum, um vit so kunnu siga.

- Vit hava framleiðslu, serliga til heimamarknaðin, og vit hava útflutning av heilum fiski - ella trading - sum serliga er fiskur, vit keypa frá trolbátunum og selja heilan av landinum.
Jógvan Martin Hansen vísir á, at ein annar partur av virkseminum er landing av fiski um góðkenda innvigingarskipan og søla av ísi.

- Tað, sum kanska hevur svikið mest seinastu tíðina, er landing av fiski, tí veðrið í heyst hevur verið óstøðugt og ólagaligt.

Hann vísir á, at tað eru nakrir útróðrarbátar, sum burtur av landa til virkið og restin av útróðrarfiskinum, sum verður virkaður til heimamarknaðin, verður eisini keyptur á uppboðssølu.
- Vit eru sera fegin um, at fólk kring landið taka so væl ímóti okkara fiskavørum. Umframt at fiskabilurin koyrur kring landið eftir fastari skipan, hava vit eina góða heimasíðu við nethandli, og haraftrat eru fólk altíð vælkomin at venda sær til okkara, sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra í Leirvík.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

4 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Skuru tapti fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

30 minuttir síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

1 tími síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

1 tími síðan
Tíðindi

European Cup: H71 vann samlaðan 19-málssigur

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann eisini seinna dystin móti HB Dudelang

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fernandes: Ronaldo er størsta ímyndin av Portugal

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

4 tímar síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gullbrandur bjargaði Sandnes ULF við einum saksasparksmáli

5 tímar síðan