TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF.
Dánjal ásannar, at hann og liðfelagarnir eitt ella annað stað eru noyddir at verða nøgdir við 2-2 javnleikin ímóti EB/Streymi á útivølli í dag. Hann heldur, at EB/Streymur hevði fleiri málmøguleikar. Samstundis var avrikið hjá ÍF ikki nøktandi, serliga í fyrra hálvleiki var galið hjá ÍF. Venjarin, Alexander Jovovic mátti eisini práta við stórum stavum í steðginum, og ein avleiðing var, at Dánjal var skiftur út í steðginum. Inn í hansara stað kom Andy Olsen, sum skoraði 2-1 málið hjá ÌF.
Dánjal heldur, at við støðuna 2-1 til ÍF átti teir at vart tað heim til dystarenda, men tað eydnaðist so ikki, og ÌF má taka til takkar við einum stigi í dag.