Dánjal gjørdist toppskjútti hjá ÍBV móti oddaliðnum

ÍBV var fyri tapi móti greiða oddaliðnum, Vali, men Dánjal Ragnarsson hevði eitt gott avrik

Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV høvdu á heimavølli í dag torføran dyst móti greiða oddaliðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Vali.

 

Valur vann dystin 38-33. Í steðginum var Valur á odda 19-17. 

 

Hjá Dánjali gjørdist tó persónliga talan um eitt gott avrik. Dánjal gjørdist toppskjútti hjá ÍBV við sjey málum. Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 14 stigum fyri 12 dystir.

 

Komandi vikuskiftið skal ÍBV spæla tveir dystir í Europa Cup móti kekkiska liðnum, Dukla Prag.