Dánjal og ÍBV taptu fjórðu finaluna - Valur er íslandsmeistari

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV mugu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum

Farna mikukvøld taptu Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV við minsta marginali 30-31 fyri Vali í triðju meistaraskapsfinaluni í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, ið var leikt á Hlíðarenda í Reykjavík. 

 

Í fjórðu meistaraskapsfinaluni, ið var leikt á Heimey í dag endurtók søgan seg: ÍBV tapti aftur 30-31 fyri Vali. 

 

Úrslitið merkir, at stórfavorittarnir, Valur er íslandsmeistari við einum samlaðum 3-1 sigri, har spælt var best av fimm dystum. 

 

Dánjal Ragnarsson gjørdi sítt í dag við at skora fýra mál fyri ÍBV. 

 

Komandi kappingarár fer Janus Dam Djurhuus eisini at spæla við ÍBV. 

 

Hjá Vali er nógvur gleimur og nógv gleði. Fyri stuttum gjørdist Valur íslandsmeistari í kurvabólti, ið er ein stór ítróttargrein í Íslandi, og kvinnurnar hjá Vali hava enn møguleika at vinna meistaraheitið í hondbólti. Valur er tó aftanfyri 1-2 í finaluuppgerðunum móti Fram. 

 

##med2##

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is